Happdrætti DAS
Happdrætti
Dráttir
Vinningar
Keyp seðil
Um DAS
Um DAS Happadrátt
Strika haldið
Íslenska
Dagfør gjaldskort
Kunning
KEYP SEÐIL
Dagfør gjaldskort
|
Tilsamans:
0
Fkr.
Far til vørukurv
Rudda
|
|
Íslenska
Tilsamans:
0
Fkr.
Far til vørukurv
Rudda
KEYP SEÐIL
Dagfør gjaldskort
You are here:
Heim
Kunning
Kunning
KUNNING
22. Júní 2025
Details
Mánaðargjaldið verður í eina tíð trekt av konto í íslendskum krónum.
(Ávirkar bert tey ið gjalda við gjaldskortið)
Í nakrar mánaðir hava vit í DAS Happadrátti arbeitt við at dagføra okkara
telduskipanir, við tí fyri eyga at nútímansgerða pallin hjá okkum so vit framhaldandi
liva upp til øll trygdarkrøv o.a.
Nýtt gjaldskortfelag
Fyrsta stigið á leiðini tóku vit í mai mánaða tá ið gjaldskortfelagið Rapyd bleiv avloyst
av Teya. Hettar varð gjørt fyri at tryggja eina betur tænastu, og framhaldandi at
kunna veita tryggar flytingar. Hettar arbeiðið er góðkent, og fylgir øllum trygdarreglum
í sbv. flytingar av krypteraðum dátum.
Tíverri hava hesa broytingar við sær, at í eina tíð fara vit ikki at kunna trekkja pening
av tíni konto í donskum krónum. Tískil fert tú at síggja á tíni konto at gjaldið verður
trekt í íslendskum krónum.
Leggjast kann afturat at DAS Happadráttur ikki sær tínar gjaldskortupplýsingar, sum
eitt nú kortnummar, útgongudato ella CVC nummar. Tá ið vit avgreiða tínar flytingar
fáa vit eitt tykistal frá gjaldskortfelagnum. Hettar økir um trygdina hjá tær sum haldari.
Broytingarnar sum verða komandi tíðina hava onga ávirkan á tínar
happadráttarseðlar ella tínar upplýsingar.
Hevur tú spurningar, ella ivast í onkrum í samband við broytingarnar, so ert tú altíð
vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 91 80 60 ella við at senda ein
teldupost til
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.